Ein tónleikauppliving sum hevur tikið Norra á bóli
Eitt av best umtóktu tónleikafyribrigdunum í Norra kemur nú til Føroyar!
Við meira enn 40 útseldum konsertum, framúr umælum og túsundtals av hugtiknum áskoðarum hevur Salmer på Pøbb seinastu árini tikið Norra á bóli. Nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva hesa serstøku konsertina í Livdini tann 13 mars 2027 kl 2100.
Men Salmer på Pøbb er nógv meira enn ein vanlig konsert.
«… hevur rakt eina nerv í norska tónleikalandslagnum (...) bert smíl og gleði vóru at síggja millum áskoðararnar!»
– NRK
«Eitt stutt kvøld vórðu sálmarnir vendir á høvdið, ristir og sendir út aftur í nýggjum ljóðmyndum í einum fullsettum mentanarhúsi (...) Sjálvt sálmarepertoiret er kent og kært, tá «Salmer på Pøbb» spæla. Men tulkingarnar hevur tú ongantíð hoyrt áður.»
– Sarpsborg Arbeiderblad
«... brádliga vóru sálmarnir pakkaðir inn og vendir á høvdið á ein so óvæntaðan hátt, at eg bara mátti flenna fyri mær sjálvari!»
– Guro Fostervold Tvedten
Tað serliga við Salmer på Pøbb er stemningurin. Her er eingin frástøða millum pall og áskoðara. Fólk syngja við, lurta, njóta løtuna og kenna seg sum ein part av einum felagsskapi. Hetta er eitt kvøld fylt við nærveru, gleði og framúr góðum tónleiki.
Á pallinum standa fýra av teimum mest royndu tónleikarunum í Norra:
Lewi Bergrud – sangur og gittar
Thor-Erik Fjellvang – klaver og keyboard
Espen Tappel – gittar
Karl Oluf Wennerberg – trummur
Tilsamans hava teir spælt við nøvnum sum a-ha, Morten Harket, Maria Mena, Sigvart Dagsland og Adam Douglas, og nú koma teir til Føroya við einari konsertuppliving, sum hevur bergtikið fólk kring alt Noreg.
Tú kanst gleða teg til:
Tak vinirnar, familjuna ella starvsfelagarnar við tær og uppliv eitt heilt serligt kvøld í Lívdini.
Prísur:
299 kr. + 20 kr. í avgreiðslugjaldi í forsølu
400 kr. við hurðina
299,00 kr.