Carola Häggkvist er ein av teimum best umtóktu og mest virdu artistunum í Svøríki. Hon fekk sítt stóra gjøgnumbrot við “Främling” og hevur síðani verið ein av kendastu røddunum í Norðurlondum.
Konsertin í Lívdini verður ein intim konsert við Carola og klaverleikara á pallinum. Hetta gevur eitt nærverandi kvøld, har røddin, sangirnir og tekstirnir sleppa at standa sterkt.
Tú kanst gleða teg til kend sangløg, sterkar løtur og eina konsertuppliving, sum kemur tætt at áhoyrarunum.
Carola í Lívdini
25. novembur kl. 21:00
Á pallinum: Carola og klaverleikari
Forsøla: 625 kr. + 25 kr. avgreiðslugjald = 650 kr. í alt
Við dyrnar: 750 kr.
Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu.
625,00 kr.