Vanligir spurningar um PraiseHim

Her finnur tú svar upp á vanligastu spurningarnar um PraiseHim, konsertir, atgongumerki, gjalding og praktisk viðurskifti.

Upplýsingarnar á síðuni fyri tað einstaka tiltakið, á atgongumerkinum og í boðum frá PraiseHim hava altíð framíhjárætt. Stað, hurðatíð, sitipláss og onnur praktisk viðurskifti kunnu vera ymisk frá tiltaki til tiltak.

Um PraiseHim

1. Hvat er PraiseHim?

PraiseHim er ein sjálvstøðugur grunnur, sum byggir á kristiligt grundarlag. PraiseHim skipar fyri konsertum og øðrum tiltøkum, sum savna fólk um tónleik, trúgv og felagsskap. Endamálið er millum annað at stuðla sjálvbodna arbeiðinum í Lívdini í Hoyvík.

2. Hvar finni eg komandi konsertir og tiltøk?

Komandi tiltøk verða løgd á heimasíðuna hjá PraiseHim undir Okkara tiltøk. Har finnur tú artist, dagfesting, klokkuslett, stað, prís og leinkju til atgongumerkjasøluna.

Fylg eisini PraiseHim á Facebook og melda teg til tíðindabrævið fyri at fáa kunning um nýggj tiltøk og møguligar broytingar. Síðan fyri tað einstaka tiltakið er tó høvuðskeldan til allar keypsupplýsingar.

Atgongumerki og gjalding

3. Hvussu keypi eg atgongumerki?

Vel tiltakið, trýst á Tryggja tær atgongumerki, vel talið av atgongumerkjum og far síðani til kassan. Har upplýsir tú navn, teldupostadressu og telefonnummar og rindar við einum av gjaldshættunum, sum eru tøkir.

Bíleggingin er endaliga váttað, tá gjaldið er góðkent, og bíleggingarváttanin er send til tín.

4. Hvat er íroknað í prísinum?

Samlaði prísurin, sum tú skalt rinda, verður vístur, áðrenn tú váttar keypið. Møgulig kravd avgreiðslugjøld skulu vera íroknað ella týðiliga upplýst sum partur av samlaða prísinum.

Um prísurin við dyrnar er øðrvísi enn forsøluprísurin, stendur hetta á síðuni fyri tiltakið. Brúkaraumboðið hevur eisini staðfest, at fulli prísurin, íroknað møgulig gjøld, skal upplýsast brúkaranum beinanvegin.

5. Kann eg keypa atgongumerki við dyrnar?

Atgongumerki kunnu bert keypast við dyrnar, um tiltakið ikki er útselt, og dyrasøla er lýst á síðuni fyri tiltakið.

Vit mæla til at keypa í góðari tíð. Tá hevur tú tryggjað tær pláss, og forsøluprísurin kann vera lægri enn prísurin við dyrnar.

6. Hvørjar gjaldshættir kann eg brúka?

Teir gjaldshættir, sum eru tøkir til tað einstaka keypið, síggjast í kassanum. Vanliga ber til at rinda við gjaldskortum sum Visa og Mastercard.

Kortupplýsingarnar verða handfarnar av einum góðkendum gjaldsveitara. PraiseHim fær ikki tínar fullu kortupplýsingar.

7. Nær fái eg atgongumerkið?

Atgongumerkið og bíleggingarváttanin verða send talgilt til teldupostadressuna, sum tú upplýsti við keypið.

Vanliga koma tey beinanvegin og í seinasta lagi innan ein tíma eftir, at gjaldið er góðkent.

8. Hvat geri eg, um atgongumerkið ikki kemur?

Kanna fyrst:

  • mappuna fyri óynsktan post, eisini nevnd spam ella junk
  • at teldupostadressan í bíleggingini er røtt
  • um tú hevur fingið váttan um, at gjaldið varð góðkent

Er atgongumerkið framvegis ikki komið eftir ein tíma, skriva til praisehim@praisehim.fo. Upplýs navn, tiltaksheiti, bíleggingarnummar og teldupostadressuna, sum varð nýtt við keypið.

9. Skal eg prenta atgongumerkið?

Nei. Tú kanst vísa atgongumerkið og QR-kotuna á telefonini. Syrg fyri, at skíggin er nóg ljósur, og at QR-kotan sæst týðiliga.

Tú kanst eisini prenta atgongumerkið, um tú heldur tað vera tryggari ella lættari.

10. Kann sama QR-kota nýtast fleiri ferðir?

Nei. Hvørt atgongumerki og hvør QR-kota kunnu bert nýtast eina ferð. Fyrsta góðkenda skanningin gevur atgongd til tiltakið.

Atgongumerkið er eitt virðisskjal. Legg tí ongantíð mynd av QR-kotuni á sosialar miðlar, og send hana ikki til óviðkomandi.

Avbestillingar, broytingar og endurgjald

11. Kann eg avbestilla og fáa pengarnar aftur, um eg ikki kann koma?

Sum útgangsstøði er eingin vanligur iðranarrættur, tá tú keypir atgongumerki til eitt ávíst tiltak á einari ávísari dagfesting.

Tú hevur tí vanliga ikki sjálvvirkandi rætt til endurgjald, um tú broytir meining, verður sjúk ella av øðrum persónligum orsøkum ikki kanst møta. Í serligum førum kann PraiseHim gera eina ítøkiliga meting. Ein umbøn skal sendast skjótast gjørligt til praisehim@praisehim.fo, men eingin avbestilling er góðkend, fyrr enn tú hevur fingið skrivliga váttan.

12. Hvat hendir, um tiltakið verður útsett?

Verður tiltakið flutt til eina nýggja dagfesting, er atgongumerkið sum útgangsstøði framvegis galdandi.

PraiseHim kunnar keypararnar við teimum samskiftisupplýsingum, sum vórðu latnar við bíleggingina. Kanst tú ikki luttaka á nýggju dagfestingini, fært tú kunning um møguligt endurgjald, freist og mannagongd.

13. Hvat hendir, um tiltakið verður avlýst?

Verður tiltakið endaliga avlýst, verður goldni atgongumerkjaprísurin sum útgangsstøði endurgoldin. Endurgjaldið verður vanliga sent aftur til sama gjaldshátt, sum varð nýttur við keypið.

Útreiðslur til eitt nú ferð, gisting, mat, parkering ella mista arbeiðsinntøku verða vanliga ikki endurgoldnar av PraiseHim.

14. Hvat hendir, um artistur, dagfesting, tíð ella stað verður broytt?

Smærri broytingar í skrá, leikalongd, hurðatíð, stuðulsbólki, tónleikarum ella palluppseting geva vanliga ikki rætt til endurgjald.

Verður høvuðsartisturin, dagfestingin, klokkuslettið ella staðið munandi broytt, kunnar PraiseHim keypararnar um broytingina og um teir møguleikar, sum eru galdandi í tí ítøkiliga førinum.

Praktisk kunning

15. Hvar verður tiltakið hildið, og hvar finni eg bústaðin?

Nágreiniliga staðið stendur á síðuni fyri tiltakið, í bíleggingarváttanini og á atgongumerkinum.

Fleiri av verandi PraiseHim-tiltøkunum verða hildin í Lívdini, Vegurin Langi 11, 188 Hoyvík. Kanna tó altíð tað einstaka tiltakið, tí framtíðar tiltøk kunnu verða hildin aðrastaðni. Kunning um parkering og leiðina til staðið eigur eisini at verða løgd saman við upplýsingunum um tiltakið.

16. Nær lata dyrnar upp, og nær eigur eg at møta?

Hurðatíðin kann vera ymisk frá tiltaki til tiltak. Rætta klokkuslettið verður upplýst á síðuni fyri tiltakið ella í boðum til atgongumerkjakeypararnar.

Møt í góðari tíð, so tú hevur stundir at finna parkering, hava atgongumerkið klárt og koma inn, áðrenn tiltakið byrjar.

17. Hvat er galdandi fyri sitipláss, aldursmark, mat og drykk?

Hetta verður ásett fyri hvørt tiltak sær. Um sitiplássini eru nummarað, um serligt aldursmark er, ella um matur og drykkur eru partur av tiltakinum, skal tað standa á síðuni fyri tiltakið.

Um upplýsingarnar ikki standa har, skalt tú ikki rokna við, at ein almenn regla er galdandi fyri øll PraiseHim-tiltøk. Set teg heldur í samband við PraiseHim, áðrenn tú keypir.

18. Hvussu boði eg frá koyristólsplássi ella øðrum serligum tørvi?

Tú kanst upplýsa um koyristólspláss ella annan serligan tørv í sambandi við bíleggingina. Tú kanst eisini skriva til praisehim@praisehim.fo í góðari tíð áðrenn tiltakið.

Lat bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fyrireika hjálpina. Tú nýtist ikki at upplýsa eina diagnosu. PraiseHim ger sítt besta fyri at ganga tørvinum á møti, men loysnin kann vera treytað av hølunum, trygdarkrøvum og tøkum plássi.

19. Kann ein neyðugur fylgjari fáa ókeypis atgongd?

Ja, ein neyðugur fylgjari hjá einum gesti við breki kann fáa ókeypis atgongd, tá galdandi treytir eru loknar.

Set teg í samband við PraiseHim áðrenn tiltakið, so avtalan og atgongumerkið til fylgjaran kunnu verða fyrireikað. PraiseHim kann biðja um galdandi fylgjarakort ella annað hóskandi prógv, men biður ikki um óneyðugar heilsuupplýsingar.

20. Verða myndir og video tikin undir tiltakinum?

Myndir og video kunnu verða tikin til skjalprógv og marknaðarføring hjá PraiseHim.

Hevur tú serligar grundir til ikki at verða avmyndað/ur, sig starvsfólkunum frá, tá tú kemur. Professionell myndatøka, stroyming ella upptøka við professionellari útgerð kann krevja loyvi frá PraiseHim.

Fann tú ikki svarið?

Spurningar skriva til: praisehim@praisehim.fo. Við fyrispurningum um eina bílegging er gott at upplýsa navn, tiltaksheiti, bíleggingarnummar og teldupostadressuna, sum varð nýtt við keypið.

linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram