Far til høvuðsinnihaldið

Okkara tiltøk

Her finnur tú okkara konsertir og tiltøk. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni. 
Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Carola Häggkvist í Lívdini 25. novembur 2026

Carola Häggkvist í Lívdini - 25. novembur kl. 21.00

Stór rødd í Norðurlondum

Carola hevur í fleiri áratíggju verið ein av mest kendu og elskaðu røddunum í Norðurlondum.

Í Lívdini verður talan um eina intima konsert við Carola og klaverleikara á pallinum – har røddin, sangirnir og nærveran standa í miðdeplinum.

Hetta verður eitt konsertkvøld við sterkum sangum, søgu, trúgv og tónleiki í fremstu røð.

Forsøla: 650 kr. í altVið dyrnar: 750 kr.Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu.

650,00 kr. í alt

Tryggja tær atgongumerki
Country Jól í Lívdini 29. novembur 2026

Country Jól í Lívdini – 29. novembur kl. 20.00

Countryjól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg

Kom við til eina hugnaliga jólakonsert í Lívdini við Magna Christiansen, Lisu Fredriksberg og bólki.

Við country-tónum, kendum jólasangum og eini vakrari jólaligari pallseting verður hetta eitt kvøld, sum fær teg í jólahýr.

Í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og leskiligur rís à l’amande.

Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Í ár selja vit bert 500 atgongumerki til konsertina.

Forsøla: 225 kr. í altVið dyrnar: 300 kr.Tú sparir 75 kr. við at keypa í forsølu.

225,00 kr. í alt

Tryggja tær atgongumerki
Salmer på Pøbb í Lívdini 13. mars 2027

Salmer på Pøbb í Lívdini - 13. mars 2027 kl. 21.00

Sálmar í nýggjum hami

Salmer på Pøbb hevur við meira enn 40 útseldum konsertum bergtikið áskoðarar kring Noreg. Nú kemur vælumtókta norska konseptið til Føroyar við kendum sálmum í nýggjum hami, framúr góðum tónleikarum og einari hugnaligari konsertuppliving við sangi, nærveru og felagsskapi.

Forsøla: 319 kr. í altVið dyrnar: 400 kr.Tú sparir 81 kr. við at keypa í forsølu.

319,00 kr. í alt

Tryggja tær atgongumerki
PraiseHim
linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram

OKKARA STUÐLAR