Far til høvuðsinnihaldið

Country Jól í Lívdini – 29. novembur kl. 20.00

Countryjól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg

Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Sunnukvøldið 29. novembur klokkan 20 koma Magni Christiansen og Lisa Frederiksberg aftur á pall í Lívdini saman við bólki.

Country Jól 2025 í Lívdini

Magni er kendur fyri sín føroyska countrytónleik, og Lisa hevur millum annað sett rødd á jólasangin “Í hvørjari vrá”. Saman framføra tey kendar jólasangir í einum heitum og livandi country-stíli.

Hvørt tú kemur fyri countrytónleikin, jólasangirnar ella bara eitt hugnaligt kvøld saman við øðrum, er Country Jól eitt kvøld, har øll kunnu kenna seg heima.

Í atgongumerkinum eru kaffi og rís à l’amande. Bert 500 pláss eru til konsertina.

StaðLívdin, Hoyvík
NærSunnukvøldið 29. novembur 2026 kl. 20:00

225,00 kr. í alt

Atgongumerki eru tøk

Forsøla: 225 kr. í altVið dyrnar: 300 kr.Tú sparir 75 kr. við at keypa í forsølu.
PraiseHim
linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram