Okkara tiltøk

Her finnur tú okkara konsertir og tiltøk. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni. 
Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Carola Häggkvist í Lívdini - 25. novembur kl. 21.00

Ein av størstu røddunum í Norðurlondum – eitt serligt kvøld í Lívdini

Carola hevur í fleiri áratíggju verið ein av mest kendu og elskaðu røddunum í Norðurlondum.

Í Lívdini verður talan um eina intima konsert við Carola og klaverleikara á pallinum – har røddin, sangirnir og nærveran standa í miðdeplinum.

Hetta verður eitt konsertkvøld við sterkum sangum, søgu, trúgv og tónleiki í fremstu røð.

Forsøla: 625 kr. + 25 kr. avgreiðslugjald = 650 kr. í alt
Við dyrnar: 750 kr.
Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu.

Hans Inge Fagervik í Lívdini - 3. oktobur kl. 21.00

Hans Inge Fagervik við føroyskum tónleikarum

Hans Inge Fagervik kemur aftur til Føroya við eini nærverandi konsert í Lívdini í Hoyvík. Hann hevur givið út 20 útgávur og hildið konsertir í 25 londum – eisini í Føroyum.

Mong kenna hann best fyri sangin “Farvæl Marita”, sum er vorðin ein kendur og nógv sungin sangur her heima.

Forsøla: 230 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald = 250 kr. í alt
Við dyrnar: 350 kr.
Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu.

Ichtus í Lívdini – 4. oktobur kl. 19.30

Ichtus – Minnist tú?

Sangirnir, minnini og føroyska gospel-søgan savnast aftur í Lívdini.

Eitt serligt konsertkvøld við Ichtus – fyri tey, sum minnast tíðina, og fyri tey, sum vilja uppliva sangirnar live á nýggjan hátt.

 “ICHTUS / Minnist tú” er nú at finna á Spotify.

Forsøla: 230 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald = 250 kr. í alt

Við dyrnar: 350 kr.
Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu

Country Jól í Lívdini – 29. novembur kl. 20.00

Jólahugni, country-tónar og kendir jólasangir í Lívdini 29. november.

Kom við til eina hugnaliga jólakonsert í Lívdini við Magna Christiansen, Lisu Fredriksberg og bólki.

Við country-tónum, kendum jólasangum og eini vakrari jólaligari pallseting verður hetta eitt kvøld, sum fær teg í jólahýr.

Í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og leskiligur rís à l’amande.

Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Í ár selja vit bert 500 atgongumerki til konsertina.

Forsøla: 205 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald = 225 kr. í alt

Við dyrnar, um atgongumerki eru eftir: 300 kr.
Tú sparir 75 kr. við at keypa í forsølu.

Salmer på Pøbb í Lívdini - 13. mars 2027 kl. 21.00

Ein tónleikauppliving, sum hevur tikið Noreg á bóli

Salmer på Pøbb hevur við meira enn 40 útseldum konsertum bergtikið áskoðarar kring Noreg. Nú kemur vælumtókta norska konseptið til Føroyar við kendum sálmum í nýggjum hami, framúr góðum tónleikarum og einari hugnaligari konsertuppliving við sangi, nærveru og felagsskapi.

Forsøla: 299 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald = 319 kr. í alt
Við dyrnar: 400 kr.
Tú sparir 81 kr. við at keypa í forsølu.

Okkara stuðlar

linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram Privatlívspolitikkur