Ichtus í Lívdini – 4. oktobur kl. 19.30

Minnist tú Ichtus?

Sangirnir, minnini og føroyska gospel-søgan savnast aftur í Lívdini.

Kom við til eitt serligt konsertkvøld við Ichtus, har tónleikurin, søgan og felagsskapurin verða tikin fram aftur. Við á pallinum verða eisini Gudny Rasmussen og Svein í Prestgarði sum koma at framføra sangir úr útgávuni Gospeltónar sum eisini er at finna á Spotify.

Útgávan “ICHTUS / Minnist tú” er nú at finna á Spotify – og nú verður høvið at savnast aftur um sangirnar, minnini og tónleikin, sum setti síni spor.

Hetta var ein av fyrstu føroysku útgávunum, sum kom bæði sum fløga og kassettuband. Upptøkurnar vórðu gjørdar í LT Studio frá 20. desembur 1988 til 6. januar 1989, har Óli Poulsen stóð fyri upptøkunum.

Fyri mong er Ichtus meira enn bara ein útgáva.
Tað eru minni frá einum tíðarskeiði við tónleiki, felagsskapi, trúgv og stórum lívsavgerðum.

Nú verður hetta tikið fram aftur til eina serliga PraiseHim-konsert í Lívdini.

Eitt kvøld, har sangirnir aftur sleppa at ljóma.
Eitt kvøld við takksemi og nærveru.
Eitt kvøld fyri tey, sum minnast – og fyri tey, sum vilja hoyra søguna í tónleikinum.

Hvat minnist tú?

230,00 kr.

Atgongumerki eru tøk

Forsøla: 250 kr. í altVið dyrnar: 350 kr.Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu.
linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram