Um okkum

PraiseHim er ein sjálvstøðugur grunnur, sum byggir á eitt kristiligt grundarlag. Við sannføringini um, at tað er Harrin, ið eigur æruna fyri alt, arbeiða vit við virðing og trúskapi og við einum hjarta fyri Guds verki.

Endamálið við PraiseHim er at stuðla tí sjálvbodna arbeiðinum í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har nógvir eldhugaðir einstaklingar dagliga leggja sítt arbeiði og sína tíð í tænastuna fyri Gud og menniskju. Hetta arbeiðið ynskja vit at lyfta fíggjarliga, soleiðis at meira rúm kann vera fyri tænastu, menning og samfelagsskap.


Konsertuppliving hjá PraiseHim

Arbeiðslag og framtíðarsjónir

Grunnurin arbeiðir við ymiskum tiltøkum og verkætlanum, sum eitt nú konsertir og aðrar savningar, ið hava til endamáls at savna fólk og skapa eitt grundarlag fyri stuðli. Vit vilja eisini víðka okkara arbeiði gjøgnum samstarv við einstaklingar, fyritøkur og stovnar, ið hava hjarta fyri somu hugsjón.

Vit trúgva, at tónleikur og list eru sterkir miðlar til at bera gleðiboðskapin og at skapa felagsskap, og tí eru konsertir og líknandi tiltøk ein týðandi liður í okkara arbeiði. Samstundis vilja vit vísa virðing og tøkk til øll, ið velja at stuðla – bæði við tíð, bøn og gávum.

PraiseHim er ein karmur fyri Guds virki – ein íløga í tað, sum hevur æviga virði. Vit ynskja, at alt arbeiðið verður gjørt í stilli og virðing, har tað ikki er navnið á menniskjum, men Gud sjálvur, ið fær æruna.


Konsert hjá PraiseHim
PraiseHim
Vegurin langi 11188 HoyvíkV-tal 00656437(+298) 554044tpost.: praisehim@praisehim.foKonto nr: 9181 0005631825
Formaður í PraiseHim Næstformaður í PraiseHim Peningarøkil í PraiseHim
linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram