Okkara tiltøk

Her finnur tú okkara konsertir og tiltøk. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni. Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Lynda Randle og Guy Penrod í Kelduni

19. juni 2026 kl 20 í Kelduni í Skálafirði við Lynda Randle og Guy Penrod. Við sær hava tey Schøld og Øklands band úr Noregi, ið koma at spæla og syngja undir hjá teimum.

GG! Hetta er konsertin í Kelduni í Skálafirði.

Kostnaður er 550 kr. fyri atgongumerki.

Prísurin hækkar 1. januar 2026 til 650 kr.

650,00 kr.

Les meira

Lynda Randle og Guy Penrod í Varpinum

20. juni 2026 kl 19 í Varpinum í Klaksvík við Lynda Randle og Guy Penrod. Við sær hava tey Schøld og Øklands band úr Noregi, ið koma at spæla og syngja undir hjá teimum.

GG! Hetta er konsertin í Varpinum í Klaksvík.

Kostnaður er 650 kr. fyri atgongumerki.

650,00 kr.

Les meira

Icthus - í Livdini 04 oktobur kl 1930.

Ein av teimum føroysku gospelbólkunum, sum mong minnast við gleði, kemur nú aftur á pall.

Leygarkvøldið 4. oktober kl. 20.00 verður konsert við bólkinum Ichtus í Livdini í Hoyvík – har  Rúni Højgaard og Rita Syderbø eru tær leiðandi røddirnar í bólkinum. Ichtus fer eisini at hava nakrar gesta sangara við sær á pallini sum fara at framføra sangir frá útgávionum Gospeltónar sum Ictus eisini var partur av.

235,00 kr.

Les meira

Carola Häggkvist - í Livdini 25 novembur kl 2100

Carola Häggkvist, er ein av best umtóktu og mest virdu artistum í Svøríki. Í 1983 fekk hon sítt stóra gjøgnumbrot við sanginum “Främling”, tá hon vann svenska Melodifestivalen við fullum stigatali. Frá tí degi gjørdist Carola fólkaogn hjá tí svenska fólkinum.

Konsertin í Lívdini er partur av eini konsertferð, sum Carola ger, har hon endar sína konsertferð í Føroyum.

Tu kanst gleða teg til eina ógloymandi konsert í Lívdini tann 25. novembur kl 21:00.

625,00 kr.

Les meira

Konsert við Hans Inge Fagervik og bólki

Hans Inge Fagervik í Livdini 3. oktobur 2026.

Hans Inge hevur útgivið 20 útgávur og hevur hildið konsertir í 25 ymiskum londum harímillum Føroyar. Nú vitjar hann aftur Føroyar tá hann 3. oktobur kl. 21:00 fer á pall í Lívdini í Hoyvík saman við bólki.

Farvæl Marita sum vit øll kenna á føroyskum er nokk tann best kendi sangurin, sum Hans Inge Fagervik hevur gjørt

230,00 kr.

Les meira

Country Jól 2026

Kom við til hugnaligu konsertina Country Jól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg saman við bólki.
Magni og Lisa framføra góðar og kendar jólasangir – í einum hugnaligum country-stíli, sum fær teg at koma í jólahýr.

199,00 kr.

Les meira

SALMER PÅ PØBB

“SALMER PÅ PØBB” – Ein tónleikauppliving sum hevur tikið Norra á bóli

Eitt av best umtóktu tónleikafyribrigdunum í Norra kemur nú til Føroyar!

Við meira enn 40 útseldum konsertum, framúr umælum og túsundtals av hugtiknum áskoðarum hevur Salmer på Pøbb seinastu árini tikið Norra á bóli. Nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva hesa serstøku konsertina í Livdini tann 13 mars 2027 kl 2100.

299,00 kr.

Les meira
útselt

Lynda Randle og Guy Penrod í Lívdini

18. juni 2026 kl 19 í Lívdini í Hoyvík við Lynda Randle og Guy Penrod. Við sær hava tey Schøld og Øklands band úr Noregi, ið koma at spæla og syngja undir hjá teimum.

GG! Hetta er konsertin í í Lívdini í Hoyvík .

Kostnaður er 550 kr. fyri atgongumerki.

Prísurin hækkar 1. januar 2026 til 650 kr.

550,00 kr.

Les meira

Okkara stuðlar

linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram