Seinast dagført: 14. august 2026
Hesar handilstreytir galda, tá tú keypir atgongumerki ella aðrar tænastur frá PraiseHim á www.praisehim.fo. Við at fremja keypið góðtekur tú tær handilstreytir, sum vóru galdandi, tá bíleggingin varð gjørd.
PraiseHim Vegurin Langi 11 FO-188 Hoyvík V-tal: 656437 Telefonnummar: +298 504535 Teldupostur: praisehim@praisehim.fo Heimasíða: www.praisehim.fo
Tá tú hevur framt eitt keyp, fært tú eina bíleggingarváttan og atgongumerkið sent til ta teldupostadressuna, sum tú upplýsti við keypið. Tað er tín ábyrgd at kanna, at:
Kanna eisini spam- og junk-mappurnar, um telduposturin ikki sæst í innbakkanum. Ein bílegging er ikki endaliga váttað, fyrr enn gjaldið er góðkent og bíleggingarváttan er send.
Atgongumerki verða latin talgilt við telduposti. Vanliga verður atgongumerkið sent beinanvegin ella í seinasta lagi innan ein tíma eftir, at gjaldið er góðkent. Hevur tú ikki móttikið atgongumerkið innan ein tíma, skalt tú:
PraiseHim ber ikki ábyrgd av seinkingum, sum standast av skeivari teldupostadressu, trupulleikum hjá teldupostveitaranum ella øðrum viðurskiftum uttan fyri okkara ræði. Vit hjálpa tó við at finna ella endursenda atgongumerkið.
Atgongumerkið er eitt virðisskjal og skal goymast trygt. Hvørt atgongumerki og hvør QR-kota kann bert nýtast eina ferð. Fyrsta góðkenda skanningin gevur atgongd til tiltakið. PraiseHim kann sýta atgongd, um:
Keypari hevur ábyrgd av, at atgongumerkið ikki verður almannakunngjørt ella deilt við óviðkomandi.
Allir prísir verða upplýstir í donskum krónum, um annað ikki er tilskilað. Samlaði prísurin, sum skal rindast, verður vístur, áðrenn keypið verður váttað. Prísurin skal fevna um øll kravd gjøld og avgjøld, sum eru kend tá keypið verður framt. Atgongumerki til tiltøk eru vanliga ikki MVG-skyldug. Aðrar vørur ella tænastur kunnu vera MVG-skyldugar sambært galdandi reglum.
Eitt avgreiðslugjald kann verða lagt á bíleggingina fyri at dekka kostnaðin av ticketing, gjaldsavgreiðslu, KODA, tøkniligum rakstri og fyrisiting. Avgreiðslugjaldið og samlaði prísurin skulu verða týðiliga upplýst, áðrenn keypið verður framt. Avgreiðslugjaldið verður ikki endurgoldið í samband við endurgjald av atgongumerkinum.
Peningurin verður trektur, tá keypið verður framt. Gjaldast kann við teimum gjaldsháttum, sum verða vístir í kassanum, eitt nú:
Kortupplýsingar verða handfarnar av Frisbii Pay, sum er okkara góðkendi gjaldsveitari. PraiseHim fær ikki fullar kortupplýsingar.
Keyp av atgongumerki til eitt ávíst tiltak á eini ávísari dagfesting er sum útgangsstøði ikki fevnt av vanligum iðranarrætti. Hetta merkir, at tú vanliga ikki kanst krevja pengarnar aftur, tí tú:
Vit mæla tær til at kanna allar upplýsingar væl, áðrenn keypið verður váttað.
PraiseHim hevur ikki skyldu at góðtaka avbestilling av einum galdandi atgongumerki. Í serligum førum kann PraiseHim tó gera eina ítøkiliga meting av eini umbøn. Ein møgulig góðkenning skapar ikki siðvenju ella rætt hjá øðrum kundum. Umbøn skal sendast skjótast gjørligt til praisehim@praisehim.fo Atgongumerkið er framvegis galdandi, til PraiseHim skrivliga hevur váttað eina møguliga avbestilling ella endurgjalding.
PraiseHim kann gera rímiligar broytingar í einum tiltaki, eitt nú viðvíkjandi:
Smærri broytingar, sum ikki broyta høvuðseyðkennið við tiltakinum munandi, geva vanliga ikki rætt til endurgjald. Um høvuðsartisturin, dagfestingin, tíðspunktið ella staðið verður munandi broytt, verður kunning givin um, hvørjir møguleikar kundin hevur.
Verður eitt tiltak útsett, er atgongumerkið sum útgangsstøði galdandi til nýggju dagfestingina. PraiseHim kunnar keyparan við teimum samskiftisupplýsingum, sum vórðu latnar í bíleggingini. Kann keyparin ikki luttaka á nýggju dagfestingini, verður upplýst um:
Umbøn um endurgjald skal sendast innan upplýstu freistina.
Verður eitt tiltak endaliga avlýst, hevur keyparin sum útgangsstøði rætt til at fáa goldna atgongumerkjaprísin endurgoldnan. PraiseHim kann krevja, at keyparin letur bíleggingarnummar og aðrar neyðugar upplýsingar fyri at staðfesta keypið. Endurgjald verður vanliga sent aftur til sama gjaldshátt, sum varð nýttur við keypið. PraiseHim endurrindar ikki óbeinleiðis útreiðslur, eitt nú:
Hetta er tó ikki galdandi, um annað fylgir av ófrávíkiligari lóggávu.
Tiltøk kunnu verða ávirkað av viðurskiftum, sum PraiseHim ikki hevur ræði á, eitt nú:
Í slíkum føri kann PraiseHim útseta, broyta ella avlýsa tiltakið. Rætturin hjá kundanum til endurgjald verður mettur eftir, um tiltakið verður framt, útsett, munandi broytt ella endaliga avlýst, og eftir teimum reglum, sum eru galdandi í tí ítøkiliga førinum.
Um ein gestur vegna brek hevur tørv á einum neyðugum fylgjara fyri at kunna luttaka á tiltakinum, kann fylgjarin fáa ókeypis atgongd, tá galdandi treytir eru loknar. Gesturin skal seta seg í samband við PraiseHim áðrenn tiltakið, so neyðuga avtalan og atgongumerkið til fylgjaran kunnu verða fyrireikað. PraiseHim kann biðja um at síggja galdandi fylgjarakort ella annað hóskandi prógv. Vit biðja ikki um óneyðugar heilsuupplýsingar ella diagnosu. Fyrispurningar kunnu sendast til praisehim@praisehim.fo
Gestir, sum hava tørv á koyristólsplássi ella øðrum serligum atliti, eiga at upplýsa hetta við bíleggingina ella seta seg í samband við PraiseHim í góðari tíð. Vit gera okkara besta fyri at ganga tørvinum á møti, men ávísar loysnir kunnu vera treytaðar av staðnum, trygdarkrøvum og tøkum plássi.
Gestir skulu fylgja boðum frá fyriskipara, trygdarstarvsfólki og staðnum, har tiltakið verður hildið. PraiseHim kann sýta einum persóni atgongd ella vísa viðkomandi burtur, um hann ella hon:
Í slíkum førum verður atgongumerkið vanliga ikki endurgoldið.
Gestir ferðast og uppihalda sær á tiltaksøkinum við vanligum ansni og skulu fylgja boðum frá PraiseHim, eigaranum av hølunum og trygdarstarvsfólki. PraiseHim kann ikki ábyrgjast fyri persónsskaða, skaða á ognarlutir, miss ella aðrar útreiðslur, sum standast av:
Hetta er galdandi bæði inni í hølunum og á teimum økjum uttanfyri, sum verða nýtt í sambandi við tiltakið. Henda ábyrgdaravmarking er tó ikki galdandi, um skaðin stavar frá ósketni, vantandi trygdartiltøkum ella øðrum viðurskiftum, sum PraiseHim sambært galdandi rætti kann ábyrgjast fyri. Persónligir lutir verða tiknir við á egna ábyrgd. PraiseHim ábyrgist ikki fyri mistum, stolnum ella skaddum lutum, uttan so at skaðin er elvdur av viðurskiftum, sum PraiseHim hevur rættarliga ábyrgd av.
Myndir og video kunnu verða tikin í sambandi við tiltakið til skjalprógv og marknaðarføring hjá PraiseHim. PraiseHim skal taka hóskandi atlit til privatlív og galdandi dátuverndarreglur. Gestir, sum hava serligar grundir til ikki at verða avmyndaðir, kunnu seta seg í samband við starvsfólk á staðnum. Professionel upptøka, stroyming ella nýtsla av professionellari myndatólútgerð kann krevja loyvi frá PraiseHim.
PraiseHim viðger persónupplýsingar sambært galdandi dátuverndarreglum. Nærri kunning er í privatlívspolitikkinum á www.praisehim.fo.
Hevur tú eina klagu viðvíkjandi einum keypi, skalt tú fyrst seta teg í samband við PraiseHim: Teldupostur: praisehim@praisehim.fo Vit royna at svara og finna eina loysn innan rímiliga tíð. Klagur um brúkaraviðurskifti kunnu eisini sendast til: Brúkaraumboðið Skálatrøð 20 Postrúm 73 FO-110 Tórshavn Telefonnummar: +298 358000 Teldupostur: bruk@bruk.fo
PraiseHim tekur fyrivarni fyri:
Um ein týðiligur feilur hevur avgerandi týdning fyri keypið, setur PraiseHim seg í samband við keyparan og bjóðar eina hóskandi loysn.
Keypið er fevnt av galdandi føroyskum rætti. Ósemjur eiga fyrst at verða royndar loystar við samskifti millum kundan og PraiseHim. Verður eingin loysn funnin, kann málið verða lagt fyri viðkomandi kærumyndugleika ella dómstól.