Tú kennir kanska sálmarnar, men ikki soleiðis. Leygarkvøldið 13. mars 2027 verður dupultkonsert í Lívdini, har tveir bólkar geva teimum hvør sín dám.
Hallur Joensen hevur bólkin við sær har teir hava countrysálmar og sangir á skránni. Steel guitarin og hansara eyðkenda rødd seta dámin, tá hann tekur sálmarnar og sangirnar inn í sín tónleikaheim.
Í steðginum millum konsertirnar bjóða vit kaffi, te og okkurt afturvið. Her er tíð til eitt prát, áðrenn Salmer på Pøbb fara á pallin. Hetta er við í atgongumerkjaprísinum.
Salmer på Pøbb er ein vælumtóktur norskur bólkur, ið javnan spælir fyri útseldum húsum. Við Lewi Bergrud á odda og kenda trummusláaranum Karl Oluf Wennerberg, ið hevur spælt og ferðast sum fastur trummuspælari hjá A-ha og Morten Harket, framførir bólkurin gamlar og nýggjar sálmar við rock-, blues- og gospeldámi.
Tónleikurin fær nýggjan búna, meðan upprunaligi boðskapurin verður varðveittur.
Original price was: 400,00 kr..325,00 kr.Current price is: 325,00 kr..