Konsertin Meistaranshond, fyriskipað av PraiseHim, varð hildin í Lívdini í Hoyvík sunnukvøldið tann 26. oktobur 2025 klokkan 20. Hon var ein serstøk heiðurskonsert – ein tónleikaferð gjøgnum sangperlur hjá MC Restorff – sum fagnaði meira enn hálva øld av tónleiki sum er komi frá MC.
MC Restorff hevur í meira enn 50 ár verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum.
Hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum.
Við dirvi og nærlagni hevur hann sett dám á føroyskan sang og útgávuvirksemi.
Nú hevur tú møguleika at hoyra eitt úrval av væl kendum sangum, framførdir av fleiri av okkara bestu sangarum.