
Áhugin fyri nýggju konsertferðini hjá Carola Häggkvist, „Jag är Carola“, hevur verið sera stórur kring Norðurlond. Flestu konsertirnar hava verið útseldar leingi, og eftirspurningurin eftir atgongumerkjum hevur verið so stórur, at nú verða 11 eykakonsertir lagdar aftrat.
Atgongumerkini til fyrstu konsertina í Göteborg vórðu seld eftir minni enn einum tíma.
Føroyar eru partur av stóru norðurlendsku konsertferðini.
Mikudagin 25. november klokkan 21.00 kemur Carola Häggkvist á pall í Lívdini í Hoyvík, har PraiseHim skipar fyri konsertini.
Við sær hevur hon klaverleikaran Will Oaks. Saman fara tey at geva áhoyrarunum eitt nærverandi kvøld við tónleiki og frásøgnum úr lívinum hjá Carolu.
„Jag är Carola“ er meira enn ein vanlig konsert. Við støði í nýggju sjálvsævisøgu síni letur Carola upp fyri søgum og hendingum úr einum lívi, sum í meira enn fýra áratíggju hevur verið livað í sviðsljósinum.
Á skránni verða bæði kendir sangir og sangir, sum vanliga ikki eru partur av eini Carola-konsert.
Stóri áhugin kring Norðurlond vísir, at nógv vilja uppliva hesa serligu og persónligu konsertferðina.
Carola Häggkvist – „Jag är Carola“
Lívdin í Hoyvík
Mikudagin 25. november 2026 kl. 21.00