Far til høvuðsinnihaldið

Carola sigur sína lívssøgu í orðum og tónum í Lívdini

25. november kl. 21.00 kemur Carola Häggkvist á pall í Lívdini í Hoyvík við „Jag är Carola“. Saman við klaverleikaranum Will Oaks bjóðar hon til eitt nærverandi kvøld við frásøgnum og sangum úr einum lívi í sviðsljósinum.
Carola Häggkvist á plakatmyndini til Jag är Carola
AF
PraiseHim

Á 60 ára føðingardegi sínum, 8. september, gevur Carola Häggkvist sína fyrstu bók út. Í sjálvsævisøguni Jag är Carola lýsir hon uppvøkstur sín og lív sítt fram til 2002 og sigur fyri fyrstu ferð søgu sína við egnum orðum.

Í kjalarvørrinum á bókaútgávuni fer Carola í heyst á eina drúgva konsertferð í Norðurlondum. Ferðin telur fleiri enn 30 konsertir í Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum.

Í Lívdini verður uppsetingin einføld og nærverandi. Carola stendur á pallinum saman við klaverleikaranum Will Oaks, og við tónleiki og frásøgnum letur hon áhoyrararnar fáa lut í sangunum og hendingunum, ið hava myndað hana.

Sambært Carolu verður kvøldið bæði „inniligt og nærverandi, men fram um alt heilt serstakt“.

Á skránni verða eisini sangir, ið vanliga kanska ikki verða hoyrdir á eini Carola-konsert, eitt nú „Krokodilbarnets längtan“ og Elvis Presley-sangurin „If I Can Dream“. Harumframt verða fleiri av hennara størstu hittum at hoyra, teirra millum „Främling“, „Säg mig var du står“ og „Fångad av en stormvind“.

Í meira enn fýra áratíggju hevur Carola verið ein av størstu stjørnunum í Svøríki. Síðan gjøgnumbrotið við „Främling“ í 1983 er hon vorðin ein sjálvsagdur partur av svenska mentanararvinum og hevur livað eitt lív fyri opnum tjøldum.

Við Jag är Carola letur hon nú hurðina upp til eitt lív, sum leingi hevur verið lýst av øðrum, og sigur sjálv frá menniskjanum handan listakvinnuna.

Konsertin verður í Lívdini í Hoyvík mikudagin 25. november 2026 kl. 21.00. Á pallinum verða Carola Häggkvist og klaverleikarin Will Oaks.

Tryggja tær atgongumerki


Øll tíðindi
PraiseHim
linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram