Hallur Joensen við bólki (FO) og Salmer på Pøbb (NO)
13. mars 2027 19:00 - 23:00 Lívdin
Sálmar & Sangir – Hallur Joensen og Salmer på Pøbb
Leygarkvøldið 13. mars verður ein serlig dupultkonsert í
Lívdini, tá Hallur Joensen við bólki og norski bólkurin Salmer på Pøbb fara á
pallin.
Hetta kvøldið seta vit sálmarnar í miðdepilin. Sálmar, sum
vit kenna og eru vaksin upp við, men sum hesaferð verða framførdir á ein
øðrvísi hátt.
Kl. 19.00 – Hallur Joensen við bólki
Hallur Joensen er kendur fyri sína góðu countryrødd og hevur
í nógv ár verið ein av okkara best umtóktu countrysangarum. Hesaferð verður tað
tó nakað annað, enn vit eru von at hoyra frá Halli.
Saman við bólki sínum fer hann at framføra kendar sálmar í
countrystíli, har steel guitar og tað eyðkenda countryljóðið fara at seta sín
dám á tónleikin.
Kl. 21.30 – Salmer på Pøbb
Salmer på Pøbb kemur úr Noregi og hevur vakt stóran áhuga
kring landið við sínum heilt serliga máta at framføra sálmar. Við meira enn 40
útseldum konsertum hava teir víst, at gamlir og kendir sálmar eisini kunnu
savna fólk uttan fyri kirkjur og samkomuhús.
Við Lewi Bergrud á odda og einum framúr góðum orkestri spæla
teir bæði gamlar og nýggjar sálmar í nýggjum tónleikabúna. Tó er tað
týdningarmikið fyri teir, at sálmarnir varðveita sín upprunaliga boðskap.
Tónleikurin kann vera stillur og inniligur eina løtu og
síðan fara yvir í kraftmikið rokk, har bæði orkestur og áhoyrarar sleppa at
geva sítt.
Tað verður sostatt eitt kvøld við tveimum ymiskum
tónleikastílum, men við sálmunum sum felags grundarlagi.
Vit kunnu gleða okkum til eitt spennandi kvøld við góðum
countrysálmum, steel guitar, rokki og felagssangi. Og kanska verða tað nakrir
av teimum gomlu sálmunum, sum vit kenna so væl, ið fara at koma heilt øðrvísi
til sín rætt hetta kvøldið.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til eitt hugnaligt
og tónleikaríkt kvøld í Lívdini.
| Ticket Type |
Prísur |
Kurv |
| Sálmar & Sangir í Lívdini – 13. mars 2027 kl. 19.00 |
425,00 kr. í alt |
Add to cart
|
13. mars 2027 21:00 - 22:30 Lívdin, Vegurin Langi 11, Hoyvík. Dyrnar opna 1 tíma áðrenn konsertin byrjar.
Ein tónleikauppliving sum hevur tikið Norra á bóli
Eitt av best umtóktu tónleikafyribrigdunum í Norra kemur nú til Føroyar!
Við meira enn 40 útseldum konsertum, framúr umælum og túsundtals hugtiknum áskoðarum hevur Salmar á Pøbb seinastu árini tikið Norra á bóli. Nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva hesa serstøku konsertina í Lívdini 13. mars 2027.
Men Salmar á Pøbb er nógv meira enn ein vanlig konsert.
«… hevur rakt eina nerv í norska tónleikalandslagnum (...) bert smíl og gleði vóru at síggja millum áskoðararnar!» – NRK
«Eitt stutt kvøld vórðu sálmarnir vendir á høvdið, ristir og sendir út aftur í nýggjum ljóðmyndum í einum fullsettum mentanarhúsi (...) Sjálvt sálmaskráin er kent og kært, tá «Salmar á Pøbb» spæla. Men tulkingarnar hevur tú ongantíð hoyrt áður.»– Sarpsborg Arbeiderblad
«... brádliga vóru sálmarnir pakkaðir inn og vendir á høvdið á ein so óvæntaðan hátt, at eg bara mátti flenna fyri mær sjálvari!» – Guro Fostervold Tvedten
Tað serliga við Salmar á Pøbb er stemningurin. Her er eingin frástøða millum pall og áskoðara. Fólk syngja við, lurta, njóta løtuna og kenna seg sum ein part av einum felagsskapi. Hetta er eitt kvøld fylt við nærveru, gleði og framúr góðum tónleiki.
Á pallinum
Á pallinum standa fýra av teimum mest royndu tónleikarunum í Norra:
Lewi Bergrud – sangur og gittar
Thor-Erik Fjellvang – klaver og keyboard
Espen Tappel – gittar
Karl Oluf Wennerberg – trummur
Tilsamans hava teir spælt við nøvnum sum A-ha, Morten Harket, Maria Mena, Sigvart Dagsland og Adam Douglas, og nú koma teir til Føroya við einari konsertuppliving, sum hevur bergtikið fólk kring alt Noreg.
Tú kanst gleða teg til:
• Kendar sálmar í nýggjum og spennandi hami
• Framúrskarandi tónleikarar á altjóða stigi
• Eina hugnaliga og óformligt huglag
• Sang, nærveru og tónleik, sum rakar hjørtu
Tak vinirnar, familjuna ella starvsfelagarnar við tær og uppliv eitt heilt serligt kvøld í Lívdini.
29. novembur 2026 20:00 - 21:30 Lívdin, Vegurin Langi 11, Hoyvík. Dyrnar opna 1 tíma áðrenn konsertin byrjar.
Kom við til hugnaligu konsertina Country Jól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg saman við bólki. Magni og Lisa koma at framføra góðar og kendar jólasangir klæddir í country-stíli. Við í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og ein leskiligur rís à l’amande! Kom við til eitt hugnaligt kvøld við góðum country jólatónleiki!
25. novembur 2026 21:00 - 22:30 Lívdin, Vegurin Langi 11, Hoyvík. Dyrnar opna 1 tíma áðrenn konsertin byrjar.
Ein tónleikauppliving sum hevur tikið Norra á bóli
Eitt av best umtóktu tónleikafyribrigdunum í Norra kemur nú til Føroyar!
Við meira enn 40 útseldum konsertum, framúr umælum og túsundtals hugtiknum áskoðarum hevur Salmar á Pøbb seinastu árini tikið Norra á bóli. Nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva hesa serstøku konsertina í Lívdini 13. mars 2027.
Men Salmar á Pøbb er nógv meira enn ein vanlig konsert.
«… hevur rakt eina nerv í norska tónleikalandslagnum (...) bert smíl og gleði vóru at síggja millum áskoðararnar!» – NRK
«Eitt stutt kvøld vórðu sálmarnir vendir á høvdið, ristir og sendir út aftur í nýggjum ljóðmyndum í einum fullsettum mentanarhúsi (...) Sjálvt sálmaskráin er kent og kært, tá «Salmar á Pøbb» spæla. Men tulkingarnar hevur tú ongantíð hoyrt áður.»– Sarpsborg Arbeiderblad
«... brádliga vóru sálmarnir pakkaðir inn og vendir á høvdið á ein so óvæntaðan hátt, at eg bara mátti flenna fyri mær sjálvari!» – Guro Fostervold Tvedten
Tað serliga við Salmar á Pøbb er stemningurin. Her er eingin frástøða millum pall og áskoðara. Fólk syngja við, lurta, njóta løtuna og kenna seg sum ein part av einum felagsskapi. Hetta er eitt kvøld fylt við nærveru, gleði og framúr góðum tónleiki.
Á pallinum
Á pallinum standa fýra av teimum mest royndu tónleikarunum í Norra:
Lewi Bergrud – sangur og gittar
Thor-Erik Fjellvang – klaver og keyboard
Espen Tappel – gittar
Karl Oluf Wennerberg – trummur
Tilsamans hava teir spælt við nøvnum sum A-ha, Morten Harket, Maria Mena, Sigvart Dagsland og Adam Douglas, og nú koma teir til Føroya við einari konsertuppliving, sum hevur bergtikið fólk kring alt Noreg.
Tú kanst gleða teg til:
• Kendar sálmar í nýggjum og spennandi hami
• Framúrskarandi tónleikarar á altjóða stigi
• Eina hugnaliga og óformligt huglag
• Sang, nærveru og tónleik, sum rakar hjørtu
Tak vinirnar, familjuna ella starvsfelagarnar við tær og uppliv eitt heilt serligt kvøld í Lívdini.
| Ticket Type |
Prísur |
Kurv |
| Carola Häggkvist í Lívdini - 25. novembur kl. 21.00 |
650,00 kr. í alt |
Read more
|