Tá eg lurti eftir sanginum “Ikke Redd for regnet” á føroyskum "Eg ræðst ikki regni " sum Annika og Sigrid syngja, hjá norska sangaranum Hans Inge Fagervik, kenni eg beinanvegin ein djúpan frið leggja seg yvir meg. Tónleikurin er mjúkur og inniligur, og róliga røddin hjá Fagervik fyllir meg við treysti og vón. Tað kennist sum at sita tryggur og fjálgur innandura og lurta at regninum, sum slær móti rútinum – uttan at kenna ótta, hóast myrkrið valdar úti.
Sangurin varð útgivin umleið 1984, í eini tíð tá mong høvdu brúk fyri slíkum vónríkum tónleiki. Hesa tíðina var heimurin merktur av óvissu og samfelagsligum broytingum, og Fagervik hevði tá longu funnið sín serstaka tóna innan kristiligan popptónleik í Noregi. “Ikke Redd for regnet” stendur enn í dag eftir sum ein innilig áminning um ikki at missa mótið, tá lívið roynir okkum – og at varðveita vónina. Gleð teg til at hoyra hendan frálíka sangin á konsertini hjá Hans Inga Fagervik í Livdini tann 3. oktobur 2026 kl 2100. Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni hjá PraiseHim.

linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram