Irina Hayrapetyan er altjóða klassiskur- og jazzpianistur, og serfrøðingur í listarligari- og talentmenning. Hon byrjaði at spæla klaver sum tvey ára gomul og varð seks ára gomul upptikin á tónleikaskúlan “Sayat Nova” í Yerevan. Sum fjúrtan ára gomul vann hon fyrstu virðisløn í Chopin-kapping fyri ung.
Hon hevur útbúgving úr Armenia, Danmark og Ísrael, har hon fekk undirvísing frá m.a. Niklas Siveløv og Victor Derevianko.
Irina er kend fyri kensluborið spæl og tekniskt er hon úrmælingur, serliga innan romantiskan- og 20. aldar tónleik. Hon sameinir klassiskan form við jazz improvisatión og hevur sín íblástur frá Monk, Hancock og Hamasyan.
Umframt at framføra, arbeiðir Irina eisini sum ráðgevi og er leiðari á seminarum og hjálpir tónleikarum at loysa blokkeringar og røkka inn í sjálvsálit, nærveru og listarligt frælsi.
150,00 kr.