Carola Häggkvist - í Livdini 25 novembur kl 2100

Carola Häggkvist, er ein av best umtóktu og mest virdu artistum í Svøríki. Í 1983 fekk hon sítt stóra gjøgnumbrot við sanginum “Främling”, tá hon vann svenska Melodifestivalen við fullum stigatali. Frá tí degi gjørdist Carola fólkaogn hjá tí svenska fólkinum.

Tónleikaleiðin hjá Carolu hevur verið full av minniligum løtum. Hon hevur umboðað Svøríki í Eurovision Song kappingini tilsamans tríggjar ferðir, millum annað í 1991, tá hon vann Eurovision við sanginum “Fångad av en stormvind”. Tónleikurin hjá henni hevur rørt hjørtu um alt Skandinavia við hittum sum “Evighet” og “Mitt i ett äventyr”. Carola hevur seinastu árini arbeitt saman við kendum nøvnum so sum Benjamin Ingrosso og Zara Larsson.

Konsertirnar hjá Carolu eru ígjøgnum árini vorðnar til sera vælumtóktar tónleika upplivingar. Við einum sangúrvali sum spennir frá poppi til gospel, megnar Carola altíð at fanga sínar áhoyrarar við sínum grípandi tulkingum og sterku kenslum. Carola megnar sum eingin annar at skapa ein gandakendan stemning á pallinum og hennara ósvikaligi kærleiki til tónleikin ger hvørja konsert til eina minnilig uppliving fyri øll, sum eru til staðar.

Konsertin í Lívdini er partur av eini konsertferð, sum Carola ger, har hon endar sína konsertferð í Føroyum.

Tu kanst gleða teg til eina ógloymandi konsert í Lívdini tann 25. novembur kl 21:00.

Prísur í forsølu: 625 kr + 25 kr í avgreiðslugjaldi.

Prísur við hurðina 750 kr

625,00 kr.

349 på lager

linkedin facebook pinterest youtube rss twitter instagram facebook-blank rss-blank linkedin-blank pinterest youtube twitter instagram