Hans Inge Fagervik í Lívdini - 3. oktobur kl. 21.00

Ein kend rødd úr Noregi

Hans Inge Fagervik hevur skrivað sangir, sum hava fylgt fleiri ættarliðum. Hann er maðurin aftan fyri “Farvæl Marita” og norska upprunalagið “Ikke redd for regnet”, sum føroyingar kenna sum “Eg ræðist ikki regnið”, sungið av Anniku og Sigrid.

Leygarkvøldið 3. oktober fer Hans Inge á pall í Lívdini saman við føroyskum tónleikarum. Á skránni verða kendir sangir, góðar søgur og livandi tónleikur.

Eitt gott kvøld fyri teg, sum virðismetir sangir við lívi og innihaldi.

Forsøla: 230 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald = 250 kr. í alt
Við dyrnar: 350 kr.
Tú sparir 100 kr. við at keypa í forsølu.

Country Jól í Lívdini – 29. november kl. 20.00

Countryjól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg

Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Sunnukvøldið 29. november klokkan 20 koma Magni Christiansen og Lisa Frederiksberg aftur á pall í Lívdini saman við bólki.

Magni er kendur fyri sín føroyska countrytónleik, og Lisa hevur millum annað sett rødd á jólasangin “Í hvørjari vrá”. Saman framføra tey kendar jólasangir í einum heitum og livandi country-stíli.

Hvørt tú kemur fyri countrytónleikin, jólasangirnar ella bara eitt hugnaligt kvøld saman við øðrum, er Country Jól eitt kvøld, har øll kunnu kenna seg heima.

Í atgongumerkinum eru kaffi og rís à l’amande. Bert 500 pláss eru til konsertina.