Elementor #11509

Hans Inge Fagervik - Konsert í Livdini 3 okt 2026

Tá eg lurti eftir sanginum “Ikke Redd for regnet” á føroyskum "Eg ræðst ikki regni " sum Annika og Sigrid syngja, hjá norska sangaranum Hans Inge Fagervik, kenni eg beinanvegin ein djúpan frið leggja seg yvir meg. Tónleikurin er mjúkur og inniligur, og róliga røddin hjá Fagervik fyllir meg við treysti og vón. Tað kennist sum at sita tryggur og fjálgur innandura og lurta at regninum, sum slær móti rútinum – uttan at kenna ótta, hóast myrkrið valdar úti.
Sangurin varð útgivin umleið 1984, í eini tíð tá mong høvdu brúk fyri slíkum vónríkum tónleiki. Hesa tíðina var heimurin merktur av óvissu og samfelagsligum broytingum, og Fagervik hevði tá longu funnið sín serstaka tóna innan kristiligan popptónleik í Noregi. “Ikke Redd for regnet” stendur enn í dag eftir sum ein innilig áminning um ikki at missa mótið, tá lívið roynir okkum – og at varðveita vónina. Gleð teg til at hoyra hendan frálíka sangin á konsertini hjá Hans Inga Fagervik í Livdini tann 3. oktobur 2026 kl 2100. Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni hjá PraiseHim.

Praisehim fær nýggja heimasíðu

Praisehim fær nýggja heimasíðu

Praisehim hevur júst lanserað eina nýggja og dagførda heimasíðu við einum frískum sniði, betri brúkaravinaligum byggnaði og fleiri nýggjum funktiónum. Nýggja heimasíðan ger tað lættari hjá vitjandi at finna upplýsingar um komandi tiltøk, fylgja við í virkseminum og keypa atgongumerki til tiltøk á ein einfaldan og trygdan hátt.

Heimasíðan er sniðgivin við serligum atliti til bæði útsjónd og nýtslu, og hon riggar nú sera væl á bæði teldu, teldli og fartelefon. Alt arbeiðið hevur havt sum mál at skapa eina heimasíðu, sum er livandi, innbjóðandi og løtt at nýta.

"Vit vildu hava eina heimasíðu, sum betur speglar okkara visión og ger tað lættari hjá fólki at gerast partur av tí, vit gera," sigur Praisehim-toymið.

Hello I am Johnny Cash – 2025

Hello I am Johnny Cash – 2025

Tann vælumtókta Johnny Cash konsertin við Bárður á Lakjuni, Sveinur í Prestgarði, og Magna Christiansen verður aftur á skránni tann 31 januar kl 2100. Teir koam at skifta nakrar av sanginum út í forhold til konsertina sum var í 2024, so tit kunnu gleða tykkum. Fylg við her á síðuni nær atgongumerkini vera løgdu til sølu.

Syggj myndir her f´ra konsertini í 2024 - https://www.in.fo/news-detail/myndir-hello-im-johnny-cash-i-livdini

Meistarans hond

MC Restorff - Meistarans hond

Heiðurskonsert fyri MC Restorff

MC Restorff hevur í meira enn 50 ár verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum.
Hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum.
Við dirvi og nærlagni hevur hann sett dám á føroyskan sang og útgávuvirksemi.

Nú hevur tú møguleika at hoyra eitt úrval av væl kendum sangum, framførdir av fleiri av okkara bestu sangarum.

Húsaorkestur undir leiðslu av Bernhard Petersen / Henning Hjalt Nicodemusen

Sangarar:

  • Ebenezer kórið
  • Dubultkvartettin í Ebenezer
  • Kristina Skoubo Bærendsen
  • Terji Rasmussen
  • Maria Á Lakjuni
  • Magni Christiansen
  • Petur Hans Hansen
  • Guðrun Pætursdóttir Háberg
  • Lisa Frederiksberg
  • Flóvin Viderø
  • Svein Í Prestgarði
  • Anna Háberg
  • Bárður Á Lakjuni
  • MC Restorff

Fyrivarni verður tiki fyri broytingum.

Í Lívdini í Hoyvík - 26. Okt. 2025 kl 20:00

Konsertin Meistaranshond løgd út á alnótina.

Konsertin Meistaranshond løgd út á alnótini

Konsertin Meistaranshond, fyriskipað av PraiseHim, varð hildin í Lívdini í Hoyvík sunnukvøldið tann 26. oktobur 2025 klokkan 20. Hon var ein serstøk heiðurskonsert – ein tónleikaferð gjøgnum sangperlur hjá MC Restorff – sum fagnaði meira enn hálva øld av tónleiki sum er komi frá MC.

Heiðurskonsert fyri MC Restorff

MC Restorff hevur í meira enn 50 ár verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum.
Hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum.
Við dirvi og nærlagni hevur hann sett dám á føroyskan sang og útgávuvirksemi.

Nú hevur tú møguleika at hoyra eitt úrval av væl kendum sangum, framførdir av fleiri av okkara bestu sangarum.

Húsaorkestur undir leiðslu av Bernhard Petersen / Henning Hjalt Nicodemusen

Sangarar:

  • Ebenezer kórið
  • Dubultkvartettin í Ebenezer
  • Kristina Skoubo Bærendsen
  • Terji Rasmussen
  • Maria Á Lakjuni
  • Magni Christiansen
  • Petur Hans Hansen
  • Guðrun Pætursdóttir Háberg
  • Lisa Frederiksberg
  • Flóvin Viderø
  • Svein Í Prestgarði
  • Anna Háberg
  • Bárður Á Lakjuni
  • MC Restorff
Nú er videoupptøkan av konsertini løgd út á heimasíðuna www.praisehim.fo, har øll áhugað kunnu uppliva hesa serligu tónleikaferð. Útgávan er løgd út í samstarvi við Kringvarp Føroya, og gevur øllum møguleika at njóta hesa serstøku konsert.