Klassisk - og jazz klaverkonsert

8. september 2025 / 20:00 - 21:30 Vegurin Langi 11 FO-188 Hoyvík

Irina Hayrapetyan er altjóða klassiskur- og jazzpianistur, og serfrøðingur í listarligari menning og talentmenning. Hon byrjaði at spæla klaver sum tvey ára gomul og varð seks ára gomul upptikin á tónleikaskúlan “Sayat Nova” í Yerevan. Sum fjúrtan ára gomul vann hon fyrstu virðisløn í Chopin-kapping fyri ung.

Hon hevur útbúgving úr Armenia, Danmark og Ísrael, har hon fekk undirvísing frá m.a. Niklas Siveløv og Victor Derevianko. Irina er kend fyri kensluborið spæl og tekniskt er hon úrmælingur, serliga innan romantiskan- og 20. aldar tónleik.

Hon sameinir klassiskan form við jazz improvisatión og hevur sín íblástur frá Monk, Hancock og Hamasyan. Umframt at framføra, arbeiðir hon eisini sum ráðgevi og er leiðari á seminarum og hjálpir tónleikarum at loysa blokkeringar og røkka inn í sjálvsálit, nærveru og listarligt frælsi.

Prísur 150 kr í forsølu og 200 kr við hurðina.

Ticket Type Price Cart
Irina Hayrapetyan - klassisk jazz klaver konsert 150,00 kr.

Legg í kurv

MC Restorff - Meistarans Hond - 2. Eykakonsert

25. oktober 2025 / 21:00 - 21:30 Vegurin langi 11, 188 Hoyvík

MC Restorff - Meistarans Hond - Eykakonsert

25. oktober 2025 / 18:00 - 19:30 Vegurin langi 11, 188 Hoyvík

MC Restorff - Meistarans Hond

26. oktober 2025 / 20:00 - 22:30 Vegurin langi 11, 188 Hoyvík
Ticket Type Price Cart
Meistarans Hond 449,00 kr.

Les meira

Jólakonsert í Lívdini

7. desember 2025 / 20:00 - 23:00 Vegurin Langi 11 FO-188 Hoyvík

Kom við til hugnaligu konsertina Country Jól við Magna Christiansen & Petur Hans Hansen saman við bólki. Magni og Petur Hans koma at framføra góðar og kendar jólasangir klæddir í country stíl.Við í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og ein leskiligur rís à l’amande! Kom við til eitt hugnaligt kvøld við góðum country jólatónleiki!

Ticket Type Price Cart
Country Jól 2025 199,00 kr.

Legg í kurv

Hello I´m Johnny Cash 2026

31. januar 2026 / 20:00 - 21:30 Vegurin Langi 11 FO-188 Hoyvík

Konsertin 2025 var so væl umtókt at vit hava valgt at seta hana á skrá aftur 2026 Her hevur tú møguleikan at hoyrt teir væl kendu sangirnar hjá Cash við nøkrum av best umtóktu sangarum og tónleikarnum í Føroyum tá Bárður á Lakjuni, Magni Christiansen og Sveinur í Prestgarið saman við einum væl svingandi bókið leiddur av Henning Hjalt Nicodemusen koma at framføra sangir sum vit øll kenna frá Johnny Cash

Prísur 299 kr í forsølu og 350 kr við hurðina.

Ticket Type Price Cart
Hello, I'm Johnny Cash 299,00 kr.

Legg í kurv