Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Anna, Ola Hedén, Malin og Jan

februar 25 @ 20:00 21:30

Tann fyrsta útgávan “Drekk av vatninum” hjá Malin Zachariassen kom út í 1999. Síðani tá hevur hon givið 2 fløgur út á bæði føroyskum og svenskum. Á konsertini fer hon at syngja nakrar av hennara egnu kendastu sangum.

Jan Zachariassen er giftur við Malin. Hann gav fløguna “Shine” út í 2014, og hevur spælt á fleiri tónleikaútgávum gjøgnum árini. Jan fer at framføra nøkur løg av fløguni, og eisini verður okkurt nýtt at hoyra.

Ola Hedén er ein framúrskarandi klaverspælari, sangari og produsentur, búsitandi í Malmø. Hann hevur spælt við t.d. Samuel Ljungbladh, Carola, Bill Maxwell, Bodekull Gospel och Jazz Orchestra, Erik Tilling, Martina Möllås og Caecilie Norby. Ola hevur givið fleiri fløgur út. Til gerandis arbeiðir hann sum tónleikari, studioteknikari – og orgulspælari í eini kirkju í Malmø. Ola fer at framføra kendar sálmar í nýggjum hami, og eisini fer hann at syngja nakrar av hansara egnu sangum.

Anna D Háberg er ein av okkara kendastu songkvinnum innan fyri andaligan tónleik i Føroyum . Vit kunnu Gleða okkum til ein innarliga framførslu frá Annu og hennara vøkru rødd.

Atgongumerkir

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking “Get Tickets” will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerkir are no longer available