Country Jól í Lívdini – 29. novembur kl. 20.00
Country Jól var útselt í fjør – tryggja tær pláss í góðari tíð
Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Í ár verður aftur lagt upp til eitt hugnaligt jólakvøld í Lívdini við country-tónum, kendum jólasangum og góðum felagsskapi.
Magni Christiansen og Lisa Fredriksberg framføra góðar og kendar jólasangir saman við bólki í einum heitum country-stíli.
Í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og leskiligur rís à l’amande.
Tað sleppa bert 500 fólk inn til konsertina, so tryggja tær atgongumerki í góðari tíð.
Forsøla: 205 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald = 225 kr. í alt
Við dyrnar, um atgongumerki eru eftir: 300 kr.
Tú sparir 75 kr. við at keypa í forsølu.
Tryggja tær atgongumerki nú og kom í jólahýr saman við okkum í Lívdini.