Kom við til hugnaliga klaverkonsert, har tú kemur at njóta klassiskan og kenslubornan jazz klavertónleik á høgum altjóða stigi.
Irina Hayrapetyan er altjóða pianistur, útbúgvin í Armenia, Danmark og Ísrael. Hon sameinir klassiska dygd og improvisatión við djúpt kensluborið jazz, íblást av tónaskøldum sum Monk og Hamasyan. Ein konsert, ið sameinir nærveru og listarligt frælsi.