Kom við til hugnaligu konsertina Country Jól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg saman við bólki.
Magni og Lisa framføra góðar og kendar jólasangir – í einum hugnaligum country-stíli, sum fær teg at koma í jólahýr.
Í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og ein leskiligur rís à l’amande.
Kom við til eitt hugnaligt kvøld við góðum country-jólatónleiki, góðum smakki og góðum stemningi!
🎟️ Prísur:
199 kr í forsølu.
250 kr við hurðina.
Konsert við Hans Inge Fagervik og bólki
Hans Inge Fagervik í Livdini 3. oktobur 2026.
Hans Inge hevur útgivið 20 útgávur og hevur hildið konsertir í 25 ymiskum londum harímillum Føroyar. Nú vitjar hann aftur Føroyar tá hann 3. oktobur kl. 21:00 fer á pall í Lívdini í Hoyvík saman við bólki.
Farvæl Marita sum vit øll kenna á føroyskum er nokk tann best kendi sangurin, sum Hans Inge Fagervik hevur gjørt, og sangurin hevur verið ovast á fleiri tónleikalistum í Norra. Fyri nøkrum árum síðani valdi NRK sangin hjá Hans Inge Fagervik “La mæ gi dæ ei hand” til ”tidenes beste veldedighetssang” í Norra.
Við hansara seinastu útgávu “Hjerte i Nord” hátíðarheldur Hans Inge Fagervik, at hann hevur verið tónleikari í 50 ár, og er hetta ein stillfør, men sterk útgáva – og ein virðiligur varði í einum longum og heiðurligum tónleikalívi.
Hans Inge Fagervik er kendur fyri at hava eitt tætt samband áhoyrarnarir á sínum konsertum. Gleðið tykkum til eina hugnaliga konsert í Lívdini tann 3. oktobur kl 21:00!
🎟️ Prísur:
230 kr í forsølu.
300 kr við hurðina.
Lynda Randle og Guy Penrod í Varpinum
20. juni 2026 kl 19 í Varpinum í Klaksvík við Lynda Randle og Guy Penrod. Við sær hava tey Schøld og Øklands band úr Noregi, ið koma at spæla og syngja undir hjá teimum.
GG! Hetta er konsertin í Varpinum í Klaksvík.
Kostnaður er 650 kr. fyri atgongumerki.
Lynda Randle og Guy Penrod í Kelduni
19. juni 2026 kl 20 í Kelduni í Skálafirði við Lynda Randle og Guy Penrod. Við sær hava tey Schøld og Øklands band úr Noregi, ið koma at spæla og syngja undir hjá teimum.
GG! Hetta er konsertin í Kelduni í Skálafirði.
Kostnaður er 550 kr. fyri atgongumerki.
Prísurin hækkar 1. januar 2026 til 650 kr.
Lynda Randle og Guy Penrod í Lívdini
18. juni 2026 kl 19 í Lívdini í Hoyvík við Lynda Randle og Guy Penrod. Við sær hava tey Schøld og Øklands band úr Noregi, ið koma at spæla og syngja undir hjá teimum.
GG! Hetta er konsertin í í Lívdini í Hoyvík .
Kostnaður er 550 kr. fyri atgongumerki.
Prísurin hækkar 1. januar 2026 til 650 kr.