Vegna stóra eftirspurningin av atgongumerkjum til jólakonsertinar hjá Oslo Gospel Choir hava vit megna at sett eina eyka konsert á skrá.
Nú hevur tú møguleika fyri at keypa tær eitt atgongumerki til at sleppa á jólakonsert 26 november klokkan 18.00 í Lívdini.
Oslo Gospel Choir hevur síðani 1988, saman við kórleiðarinum Tore Aas, bergtikið fólk við við sínum tónleiki og sangi. Yvir 20 ár hava tey hildið á at tala og syngja tann kristna boðskapin um trúgv, vón og kærleika við einum greiðum hjarta, til gleði fyri mong.