Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.
Postponed
Fáa ikki fult manna orkestur

Konsert við Bárði á Lakjuni í Lívdini

23 apríl, 2023 @ 20:00

23. apríl fer Bárður á Lakjuni á pall í Lívdini við góðum kórsangarum og væl mannaðum orkestri.

Umframt sítt egna tilfar – bæði nýtt og eldri – fer Bárður eisini at framføra einstakar sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord, sála.

Í februar 2020 gav Bárður fyrstu – og higartil einastu – solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”.

Annað tilfar verður at hoyra, eisini slíkt, ið ikki er framført áður. Bárður hevur fingist nógv við tónleik heilt frá barnsbeini og hevur luttikið bæði sum sangari og sangskrivari á fleiri fløguútgávum. Í arbeiði sínum sum lærari hevur hann m.a. eisini skrivað, týtt og pallsett fleiri størri sangleikir. Konsertin í Lívdini verður 23. apríl kl 20:00,

Atgongumerki fáast her á síðuni fyri 175kr ella fyri 200 kr í hurðasølu.

Bíleggingin er óvirkin í løtuni.
Vinarliga royn aftur seinni.

Atgongumerkir

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking “Get Tickets” will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerkir are no longer available