
- This tiltak has passed.
Jon Reddick Konsert

Jon Reddick
24 september, 2022 – 20:00
Jon Reddick er lovsongsleiðari og sangskrivari, og hevur eitt stór hjarta fyri samkomuni. Hann hevur eitt serligt tilknýti til hansara heimasamkomu, og tí boðskapi um frelsu, sum ljóðar út har frá.
Jon leggur seg eftir at skriva løg um frelsu, umvending og vón.
Av tí at Jon er sonur ein samkomuleiðara og klaverleikara í Memphis, hevur tónleikurin heilt frá byrjan verið ein partur av Jon. Í lestrartíðini leiddi Jon ein gospel bólk, har hann gjørdi orð og løg til sangirnar, sum bólkurin framførdi. Eftir lokna skúlagongd helt hann á í samkomuarbeiðinum í Memphis og fór seinni til Texas. Jon leggur seg eftir at savna samkomuna tvørtur um etniskan uppruna, húðarlit og mentan.
“Eg ynski at vera ein eitt amboð at hjálpa fólki at koma til sættis við Gud og hvørt annað,” sigur Reddick. “Eg ynski at knýta menniskju saman. Eg síggi tað sum eina æru og framíhjárætt, at leiða menniskju framfyri trónu Guds í lovsongi.”
