Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Countrykvøld

Tann 18 mars kl 19.00 bjóðar PraiseHim til eina country konsert vid nøkrum av teimum bestu country tónleikarunum í Føroyum og amerikanska country sangarinum Justin Terry.

Vit kenna øll Blátt Gras, Magna Christiansen og hansara væl leikandi bólk. Amerikanski country sangarin Justin Terry vid sínari djúpu country rødd er kanska ikki eitt ikki so væl kent navn í Føroyum. Men tak ikki feil av hansara rødd og tónleiki. Hann er at finna á Apple music, Spotify og YouTube um tit ynskja at hoyra hann.

Gleði tykkum til eitt hugnaligt gospel country kvøld í Lívdini 18. mars kl 19.00

Dyrnar lata upp kl 18.00 Prísur í forsølu er 250 kr. Prísurin vid hurðina er 300 kr

Stuðla tiltakinum hava manning.fo