Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Countrykvøld

Justin Terryus Við bólki úr Nashville + Blátt Gras

Tann 21. septembur kl 21.00 bjóðar PraiseHim til eitt ordiligt country kvøld við einum av bestu føroysku country bólkunum Blátt Gras og amerikanska country sangarinum Justin Terry og hansara bólki Lonsome Ranger úr Nashville. Vit kenna øll Blátt Gras, so tað er at gleða seg til teir aftur standa á pallinum og framføra sínar sangir við tí eyðkenda vágaljóðinum, sum bara teir kunnu gera.

Justin Terry vitjaði okkum í mars 2023. Konsertin eydnaðist sera væl, og tað er nokk langt síðani, at ein so góð country rødd hevur vitjað Føroyar. Justin spælir nógv runt í USA og hevur millum annað arbeitt saman við The Bellamy Brothers og Aron Tippin.

Við í bólkinum hjá Justin Terry eru Mark Fain á bass, Paul Rogers á trummum, Shannon Shelby á gittar, Jonathan Brown á tangentum og Travis Solomon á steel.

Teir flestu av tónleikarunum hava spælt á kenda spælistaðnum í Nashville Grand Ole Opery saman við nøvnum sum Ricky Skaggs, Alan Jackson, Dolly Parton, Brad Paisly, Tom Petty og Bill Gaiter bara fyri at nevna nøkur. Blátt Gras og Justin Terry fara at framføra kend country, gospel og bluegrass løg. Gleðið tykkum til eitt hugnaligt country kvøld í Lívdini 21. septembur kl 21.00!

Atgongumerkir

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking “Get Tickets” will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Countrykvøld
Justin Terry og Blátt Gras
399,00 kr.

Lívdin

Vegurin Langi 11
Hoyvík, 188 Faroe Islands
+ Google Map

september 21 Kl.: 21:00 22:30